Hesi seinastu árini, síðani 2009, er innflutningurin til Føroya, tvífaldaður. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hagstovan sigur, at í fjør innfluttu vit vørur fyri 8.100 milliónir og tað er tað mesta, vit nakrantíð hava innflutt í einum ári. Tað er fyrstu ferð at innflutningurin í einum ári er farin upp um átta milliardir.
Sostatt var innfutningurin í fjør, 400 milliónir, ella fimm prosent hægri enn hann var í 2018.
Hagstovan sigur, at í 2009 innfluttu vit fyri 4,2 milliardir, so hesi ellivu árini er innflutningurin næstan tvífaldaður. Tó var 2009 eitt ár, har innflutningurin minkaði nógv vegna fíggjarkreppuna.
Í fjør minkaði innflutningurin av maskinum og amboðum, niður í 795 milliónir og tað eru 218 milliónir, ella 22 prosent minni enn í 2018. Men í fjør innfluttu vit eisini brennievni fyri 1.134 milliónir, og tað eru 150 milliónir minni enn í 2018.
Men innflutningurin av tilfari til annan ídnað vaks munandi í fjør, tí hann var 1.913 milliónir, og tað eru 299 milliónir, ella 18 prosent meiri enn í 2018.
Og innflutningurin av bilum er eisini nógv vaksin, tí í fjør innfluttu vit bilar fyri 565 milliónir, og tað eru 72 milliónir, ella 15 prosent meiri enn í 2018.
Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna var 832 milliónir í fjør og tað er at kalla tað sama sum í 2018.
Men innflutningurin av vanligum húsarhaldsvørum var 75 milliónir, ella fimm prosent., høgri í fjør enn hann var í 2018, og í fjør vsr hann 1.654 milliónir.