Tað fór sum eldur gjøgnum alla Sørvágs bygd í gjárkvøldið, tá ið tað frættist, at dámligu serbisku hjúnini, Sladiana og Rajko Petrovic, eftir ætlan skuldu fara av landinum í dag heim aftur til Serbia, tí at Sladiana bleiv víst av landinum. Sørvingar í hópatali vendu sær til hjúnini og royndu at fáa tey at útseta fráferðina.
Dyggi stuðulin, ið Sladiana og Rajko hava fingið frá sørvingum, hevur eisini gjørt mun, tí tey bæði hava gjørt av at útseta fráferðina í nakrar dagar. Í Sørvági vóna fólk, at okkurt nýtt skal henda í málinum, soleiðis at tey bæði kunnu verða verandi. Enn er ikki greitt, nær tey bæði fara av landinum.










