Føroysku felagsliðini, KÍ, B36, Víkingur og HB hava higartil tryggjað Føroyum 2.000 UEFA Ranking stig í teimum evropeisku felagsliðskappingunum í summar.
Ein sigur gevur 0.250 stig, og ein javnleikur gevur 0.125 stig. Tveir sigrar hjá KÍ, tveir sigrar hjá Víkingi, tveir sigrar hjá B36 og ein sigur hjá HB hava givið okkum 1.750 stig. Og so hava 0-0 javnleikir hjá KÍ og B36 á útivølli tryggjað okkum 2.000 sigur.
B36 og KÍ eru enn við í Europa Conference League undankappingini, og vónin er til staðar, at vit kunnu vinna okkum enn fleiri UEFA Ranking stig.
Gongdin hjá 20 teimum aftastu UEFA-limalondunum , har vit í løtuni eru nummar 42. Hetta er hugaligur lestur. Enn er árið tó ikki líka gott sum 2020, men lat okkum nú síggja.
B36 møtir Viborg FF, ið vann 1-0 og 1-0 á Sudova úr Litava. KÍ møtir Ballkani úr Kosovo, ið vann samanlagt 10-0 á Florita úr San Marino.
HER sæst gongdin hjá 20 teimum aftastu UEFA limalondunum fyri fimm tey seinastu árini:
##med2##