Ein meiriluti í fíggjarnevndini heldur, at almenn starvsfólk hava nóg góðar møguleikar at gera vart við seg og boða frá um skeivleikar, um okkurt er, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum frá Tjóðveldi og Kristinu Háfoss, um at seta eina varskógvaraskipan í verk fyri almenn starvsfólk.
Í gjár var Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni í Rás 2 og greiddi frá, hvat hann helt, sum sjálvur misti starvið, eftir at hava boðað frá um óregluligt virksemi, og í dag hevur forkvinnan í Starvsmannafelagnum, Selma Ellingsgaard úttalað seg.
Í samrøðu við Rás 2 sigur hon, at niðurstøðan hjá fíggjarnevndini ikki er nóg góð, og at hon undrast á avgerðina hjá meirilutina í fíggjarnevndini. Hon sigur, at Starvsmannafelagið hevur verið á fundi við fíggjarnevndina, og at tey tá gjørdu heilt greitt, at teirra limir hava brúk fyri eini tílíkari skipan.
Hoyr samrøðuna við Selmu Ellingsgaard, við at trýsta á pílin undir myndini.