Felagið hevur gjørt íløgur í Breagh uppá 8.8 milliónir pund, sum er umleið 75 milliónir krónur, og vinningurin er gjørdur upp til umleið umleið kr. 141 milliónir krónur.
Við søluni av Breagh hevur Faroe Petroleum nú 324 milliónir krónur av tøkum peningi.
- Enn er sølan av Trym gasskelduni, sum varð kunngjørd í mai í ár, ikki endaliga avgreidd. Trym sølan fer at økja um tøka peningin hjá felagnum, sigur felagið í tíndaskrivi.
Felagið sigur víðari, at við at gagnnýta loyvisportiføljuna og inntøkur frá framleiðslu á ein skilagóðan hátt, hevur felagið megnað at fíggja framhaldandi leitivirksemi, sum gevur grundarlag fyri at økja um virðini hjá partaeiganum framyvir. Verandi boriverkætlan fevnir um níggju brunnar. Hol varð sett á tann fyrsta av hesum, Glenlivet, leygardagin. Boriverkætlanin hjá felagnum verður øll fíggjað við tøka peninginum hjá felagnum.










