Tað var ein flokkur av fryntligum skorpiónum, ið tók móti fjølmiðlunum á tíðindafundinum á Hotel Føroyum í dag. - Tá vit byrjaðu høvdu vit teirri filosofi, at vit skuldu ferðast kring allan heim við okkara tónleiki, og tað er feitt enn at hava somu filosofi, greiddi gittarleikarin Rudolf Schenker frá um orsøkina, til at bólkurin var komin til Føroyar.
- Vit fara allastaðni, har tey hava ravmagn, og sjálvt um hetta ikki beinleiðis er á vegnum til Brasil, har vit spæla næstu konsertina, so vildu vit fegin higar, og fáa eitt sindur av vatni, áðrenn vit skuldu til regnskógin, helt Klaus Meine sangari fram.
Tónleikarnir lovaðu, at konsertin í annað kvøld fór at verða eitt ordiligt rokkshow, eftir sera væleydnaðar konsertir í London var sjálvsálitið sera gott.
Limirnir í Scorpions kendu best Føroyar, sum landið við einum fótbóltslandsliði, sum var sera trupult at vinna á, áðrenn leiðin gekk hendan vegin.