Hava tit nakrantíð hugsað...

Ja, ja, nú skal HANN – heldur onkur – nú hevur hann hugsað –og so skal hann sjálvandi siga øllum frá tí, at tær fáu heilacellurnar eru farnar í sving

Men hava tit nakrantíð hugsað um, hvussu deiligt og sosialt tað er eitt nú at hyggja at einum fótbóltsdysti.

Óiva er tað tað sama galdandi í øðrum ítróttargreinum – haldi meg minnast okkurt tílíkt í svimjing, fyri umleið 20 árum síðan.

Nú havi eg ikki áhuga í flogbólti – hondbólti, osv, men tað er óiva tað sama galdandi har.

Tað eg her hugsi um er, at vit verða øll “javngomul”, tá ið vit hyggja at einum fótbóltsdysti.

Abbasonurin, ið er 4 ár, hevur sama áhugamál, sum systkin, pápin, mamman, abbin – og kanska langabbin, hóast hann t. d. er 84-ára gamal.

Vit blíva øll líka “býtt” – tað einasta tað snýr seg um er, at vit fáa mál – og vinna. Og her hevur aldurin onki at siga.

Vit verða øll líka glað – og líka kedd, tá ið tað um okkar lið tað ræður.

Og meðan dysturin verður leiktur – eru vit øll “javngomul”. Tann lítli pilturin rópar – og er líka áhugaður og spentur , sum tann gamli.

Deiligt. Praktfult, at verða “javngamal” við øll eina løtu.

Og aftan á dyst eru vit øll líka glað – og líka kedd – óansett aldur.

Hettar er tað mest praktfulla sosiala tiltak, ið finst.

Bert nakrir fáir tankar, nú heilacellurnar fóru í gongd eina løtu.

PS. Vil tó viðganga, at tað kann verða nokk so stravið viðhvørt at halda við KÍ og Liverpool.