Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Í gjár var tann stóri finaludagurin í hondbólti og tað er helst ein orsøk til, at nógv fólk høvdu leitað sær í býin í góðveðrinum í nátt.
Og tað sæst eisini aftur í øllum óruddinum, sum liggur í sløðist á vegnum og á gongubreytunum - ikki bara í miðbýnum, men um ein stóran part av allari Havnini, bæði pizzabakkar, bikør, ølfløskur, ølblikk, brennivínsfløskur, og annað, sum fólk tveita frá sær allastaðni, heldur enn at koyra tað í skrellispannirnar fram við vegnum.
Men hetta gav eisini løgregluni nakað av arbeiðið. Hetta vikuskiftið eru nevniliga heilir fýra bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, tveir í nátt og tveir síðstu nátt. Blóðroynd er tikin av teimum og úrslitið av teimum verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður viðgjørt.
Løgreglan sigur, at í nátt hevur eitt fólk sovið í brummuni, tí tað var so drukkið, at tað kláraði seg ikki sjálvt.
Eitt harðskapsmál er skrivað upp, har ein maður er sligin í andlitið og hevur brotið eina tonn. Men løgreglan hevur rættiliga góðar ábendingar um, hvør gerningsmaðurin er.
Í nøkrum førum eru fólk eisini komin til ilnar, men har hevur tað lukkast løgregluna at leggja upp í og fingið partarnar hvør til sítt, áðrenn bardagi stóðst av.
Men tvey fólk hava kortini fingið bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí tey aktaðu ikki boðum frá løgreglufólki.