Hetta seinasta samdøgurið hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Løgreglan sigur, at ein ungur bilførari er tikin, tí illgruni er um, at hann var ávirkaður av rúsevnunum. Hann var tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni og tað var á Kaldbaksvegnum, á veg til Havnar, at hann varð tikin.
Løgreglan sigur, at blóðroynd er tikin av honum og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvat hendir víðari í málinum.
Men løgreglan leggur eisini seinastu hond á arbeiðið at lýsa eina ferðsluvanlukku og eitt álvarsligt ferðsluóhapp, sum bæði vóru í Havn. Um vikuskiftið hendi ein ferðsluvanlukka í Jóannesar Paturssonargøtu, har ein 75 ára gamal maður læt lív. Í hesum sambandi skal løgreglan skriva eina frágreiðing til løgfrøðingarnar hjá ákæruvaldinum at taka støðu til.
Í hinum føri var talan um eitt álvarsligt ferðsluóhapp beint við, ella á Frælsinum, tá ið ein eldri maður skuldi úr einum bussi hjá Bussleiðini. Tað er eitt sindur ógreitt, akkurát hvat hendi, men tá ið hann fer úr bussinum, dettur hann á gongubreytini, men beinini komu undir bussin og bakhjólið á bussinum koyrir yvir báðar føtrurnar á honum.
Maðurin hevur beinbrot, og hann breyt eisini annan armin. Tí óhappinum arbeiðir løgreglan við at lýsa út í æsir, so at støða kann takast til, hvussu farast skal fram.