Í døgunum 30. juni il 4. juli skulu føroysku U18-kvinnurnar í hondbólti taka lut í European Open í Gøteborg í Svøríki.
16 spælarar verða við í endaliga hópinum, men til fyrstu venjingarnar verða 25 spælarar, sum sleppa at prógva sítt virði. Endaliga úttøkan verður 11. juni.
Venjari hjá U18-kvinnunum er Oliver Jensen, meðan Bárður Johannesen er hjálparvenjari.