Hava tikið 72 børn frá foreldrunum seinastu árini

Nøkur fá av teimum eru tikin frá foreldrunum nakrar fáar dagar eftir at mamman átti tað

Hesi seinastu fimm árini, hava barnaverndirnar kring landið tikið 72 børn frá foreldrunum.  Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hetta er tað, tey kalla, at børnini eru umsorganaryvirtikin. Teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Bill Justinussen og Stefan Klein Poulsen, hava reist málið tí teir hava varhugan av, at barnaverndirnar gera ov nógv av at taka børn frá foreldrunum, heldur enn at hjálpa foreldrum og børnum so at tey kunnu verða verandi heima.

Teir føra fram, at tað eitur barnavernd og tað er tí at endamálið við skipanini er at veita verju og hjálp til trongstadda barnið.

Teir vísa eisini á, at tey serkønu um allan heim leggja dent á, at grundleggjandi endamálið við barnaverndunum er at veita alla hugsandi fyribyrgjandi hjálp, so barnið kann verða verandi heima hjá sínum kæru. Og at taka barnið heimanífrá skal vera tann seinasta loysnin.

Teir siga, at tølini benda á, at í Føroyum arbeiða barnaverndirnar ikki eftir hesi meginregluni.

Teir vísa á, at hjá barnaverndunum verður tann minsti parturin av fíggingini brúktur til fyribyrging og stuðul. Í 2018 vórðu nevniliga 16,8 milliónir brúktar til fyribyrging og stuðul, men skipanin við fosturforeldrum kostaði 21,8 milliónir, og stovnarnir kostaðu 9,4 milliónir.  

Í  2018 vórðu í miðal brúktar 20.497 krónur fyri hvørt barnaverndarmál til fyribyrgjandi fyriskipanir, men hvørt ár  vórðu 317.351 krónur brúktar fyri hvørt barn, sum var sett til fosturs.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at frá 2015 til 2020, vórðu 72 børn tikin heimanífrá og eini 50 av teimum fóru til fosturforeldur. Nøkur fá av hesum børnum, undir 10 í tali, vórðu tikin innan eina viku eftir at mamman hevði átt tey.

Samstundis sigur landsstýriskvinnan, at hagtøl eru ikki fyri, hvussu nógvar umsorganaryvirtøkur eru framdar við samtykki frá foreldrunum - ella við samtykki barninum, har barnið er yvir 15 ár. Men ein umsorganaryvirtøka skal javnan endurskoðast av Høvuðsbarnaverndarnevndini, leggur landsstýriskvinnan afturat.

Hon sigur, at tá ið børn verða send til fosturs, verður altíð roynt at finna fólk, sum eru í familju við barnið. Í dag er støðan tann, at 51 fosturfamiljur hava ikki nakað serligt tilknýti til barnið og tað er gott og væl helvtin av fosturforeldrunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur eisini, at táið tað verður upplýst, at minni verður brúkt til fyribyrging og stuðul, er tað vert at leggja merki til, summi av teimum tiltøkum, sum verða sett í verk, eru ikki serliga kostnaðarmikil.

Tí ber tað ikki til at gera ta niðurstøðu, at ov lítið av peningi verður nýttur til fyribyrgjandi fyriskipanir, sigur hon. Tað er kommunurnar, sum umsita økið, og sum heild hevur hon álit á, at kommunurnar veita børnunum ta hjálp og umsorgan, ið tey hava tørv á, og sum tey hava rætt til eftir lógini.