Hesaferð vóru bara trý tingfólk hjá Tjóðveldinum á vaktini. Sambært útvarpinum var Heini O. Heinesen farin troyttur til hús, Páll á Reynatúgvu var svangur og fekk sær ein bita, meðan Bjørt Samuelsen var til foreldrafund í Studentaskúlanum.
Orsøkirnar kunnu vera mangar fyri ikki at møta til týdningarmiklar atkvøðugreiðslur í løgtinginum. Men ikki serliga politiskt búgvið at lata eitt hjartamál hjá Tjóðveldinum fara afturvið borðinum – tí at fólk ikki møta til arbeiðis.
Vit sóðu tað eisini skírisaftan í fjør, tá Tjóðveldi saman við andstøðuni legði misálitisuppskot á løgmann. Tá fekk Tjóðveldi heldur ikki mannað lið.
Undanførslurnar vóru eisini fleiri tá, men hetta er sum innsatsurin hjá Sjálvstýriskárunum til fólkatingsvalið. Hvussu skal veljarin trúgva upp á tykkum, tá tit ikki sjálvi gera tað?
At seta fram misálit á løgmann og ikki sjálvi atkvøða fyri, tað er ikki serliga smart. Og ikki at møta til eina fyri Tjóðveldi týdningarmikla atkvøðugreiðslu mánakvøldið, tað er beinleiðis niðrandi móti tjóðveldisveljarum.
Fýra tjóðveldistingfólk møttu ikki til atkvøðugreiðsluna – og tríggjar atkvøður restaðu í til meiriluta. Man skuldi í øllum førum trúð, Tjóðveldi – eftir lemjandi ósigur og limaflýggjan – í hesum døgum trongdi til annað, enn politikarar, sum ikki hava stundir til fullveldi.
Ein skandala
Sambært Tórbjørn Jacobsen, so er talan um eina skandalu.
– Hetta er ein flokkur í upploysn, ein flokkur við leiðslutrupulleikum, segði hann við útvarpið við tilsiping til Høgna Hoydal ella Annitu á Fríðriksmørk, sum forkvinna hjá Tjóðveldi á tingi.
Tórbjørn Jacobsen, sum ikki er valevni til løgtingsvalið segði, at hendan hendingin ber boð um ein flokk í upploysn.
– Veljarin má gera av, um hesi fýra fólkini skulu revsast fyri tað, segði Tórbjørn Jacobsen, sum helt umberingarnar frá Høgna Hoydal verða lunkaðar.
Dómurin frá Tórbjørn Jacobsen var greiður: Hetta er ein stór skandala.
Formaðurin átók sær ábrygdina
Tá løgmaður hevði skrivað út valið í gjárkvøldið, nevndi Høgni Hoydal av sínum eintingum við útvarpið hesa fyri Tjóðveldi pínligu støðuna, sum flokkurin kom í mánakvøldið – og hann átók sær sjálvur alla ábyrgd fyri hesi »stóru skandalu«, sum Tórbjørn Jaocbsen kallar tað.