So verður aftur skipað fyri stórum tattoverings- og tónleikafestivali í Havn, tí um vikuskiftið bjóðar áhugafelagið Fólkamark til enn eina sokallaða Tatto Fest.
Hetta er annað árið á rað, at altjóða tatto- og tónleikafestivalurin verður hildin í Havn.
Eins og í fjør koma í ár fleiri útlendskir tattovørar hendaveg í sambandi við festivalin.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Sjónleikarhúsinum og forvitnast, og til ber eisini at bíleggja sær tíð hjá teimum ymsu tattovørunum, siga fyrireikararnir.
Tattovørarnir, sum FO-TattFest bjóða fram í ár, eru:
Alex - Rites of passage
Boff Konkers - Roadmap For The Soul
Dino Baby - The Magic Lair
Dia Jacobsen - Vestmanna
Gunnar Valdimarson - Íslenzka Húðflúrstofan
Johanna Thor - Bluebird Tattoo
Kai Uve Faust - Kunst Paa Kroppen
Maibrit/Lille Ole - Tattoo Ole
Siggi Palli - Motorsmiðjan
Sindri Arinbjarnar - Íslenzka Húðflúrstofan
Wiebke - DonnaTinta
Umframt tattovørar, verður eisini tónleikur at hoyra frá Benjamin Petersen, Guðrun & Bartal, Franskarin og Rebekka Petersen.
Tattoverings- og tónleikafestivlurin byrjar fríggjadagin klokkan 12.00 og endar sunnukvøldið klokkan 18.00.










