Hava tamarhald á støðuni – enn

- Við fyrivarni í teirri sannroynd, at vit hava vantandi skrásetingar, kunnu vit siga, at vit hava tamarhald á støðuni viðvíkjandi MRSA og mulitresistentum bakterium, sigur Torkil á Steig, medisinskur yvirlækni, ið sjálvur hevði ein fyrilestur á ráðstevnuni fyri heilsufólk, sum Almanna- og heilsumálaráðið saman við MRSA bólkinum skipaði fyri á Hotel Føroyum fríggjadagin

Á stórari ráðstevnu á Hotel Føroyum fríggjadagin viðgjørdu fyrilestrarhaldarar MRSA (Meticillin Resistentir Staphylococcus aureus) og multiresistentar bakteriur. 150 luttakarar frá heilsuverkinum luttóku á ráðstevnuni.

Átta ymiskir fyrilestrarhaldarar, harav helmingurin føroyingar, høvdu innlegg um evnið, umframt Poul Geert Hansen, aðalstjóra, sum viðgjørdi fíggjarligu avleiðingarnar – við ella uttan fyribyrgjandi tiltøk.

MRSA og multiresistentar bakteriur vórðu á hesari ráðstevnuni viðgjørdar við serligum atliti til Danmark, Grønland og Føroyar.

Føroysku fyrilestrarhalrararnir vóru William Smith, reinføris sjúkrarøktarfrøðingur, Torkil á Steig, medisinskur yvirlækni, Sølvi Winther Olsen, kommunulækni og Høgni Debes Joensen, landslækni.

William Smith greiddi í sínum fyrilestri frá, at tað í Føroyum eru staðfestir 18 tilburðir av MRSA í tíðarskeiðinum juni 2006 til oktober 2008. Av teimum vórðu 15 tilburðir staðfestir í 2006.

10 av teimum 18 tilburðunum vórðu staðfestir í sambandi við bruna, meðan hini átta vórðu staðfest í sambandi við húsarhalds screeningar.

 

SAD

Eins og mann innan bjarging hevur SAR (Search And Rescue) so hevur medisinski heimurin sítt SAD (Search And Destroy), tá tað kemur til MRSA. Og tað er sami háttur, ið nýttur verður í Føroyum, sum tey nýta í Region Nord í Danmark.

Hetta merkir, at limir í einum húsarhaldi við ígjørdum fólki, verða screenaði. Uttan mun til MRSA støðið verða fólk í húsarhaldinum sett í eina sonevnda eradikatiónsviðgerð, sum er grundað á 10 daga kropsvask við serligari sápu saman við serligum nasasmyrsli somuleiðis í 10 dagar.

Hendan viðgerð verður tó ikki sett í verk fyrr enn tað er staðfest, at húðaígerð kann útilokast.

William Smith segði í sínum fyrilestri, at vanliga fer screening av heilsustarvsfólki ikki fram uttan so, at talan er um fleri tilburðir innan sama øki. Kortini fór ein slík screening fram í 2007 av øllum starvsfólkum og brúkarum á trimum røktarheimum í Føroyum, og tað førdi til fleiri enn 1000 podingar. (Kannað verður eftir MRSA við at poda í eitt nú búldum, sárum ella opum (nøs, endatarmi v.m.)).

Ein annar ítøkiligur tilburður á Landssjúrkahúsinum hevur ført til, at allir sjúklingar heilt aftur til juni 2008, verða screenaðir fyri MRSA. Verður ein tilburður funnin, verða eisini starvsfólkini screenað.

- Tá ein tilburður verður funnin, verða screeningar framdar heilt upp til eitt ár eftir, at tilburðurin varð staðfestur, segði William Smith í fyrilestri sínum.

 

Neyðuga útbúgving

Heilsuligar avleiðingar av MRSA og multiresistentum bakterium í føroyska heilsuverkinum finnast ikki, serliga tí neyðugu upplýsingarnir ikki eru til. Hetta kemst av vantandi skráseting.

Tað staðfesti Torkil á Steig í sínum fyrilestri á ráðstevnuni fríggjadagin.

Hann sigur, at støðan í Føroyum langt frá er álvarsom, um vit sammeta við eitt nú sjúkrahús í USA.

- Har tykist tað, sum læknarnir »dekka seg inn« við at geva ivaleyst av antibiotika, og harvið gerast bakteriurnar munandi lættari resistentar, sigur Torkil á Steig.

Hann sigur, at tá MRSA verður staðfest, verður fylgt upp og eftirlit havt við sjúklingunum. Øll í húsinum verða screenaði og verður MRSA staðfest, verða tey »saneraði«. Verða teir innlagdir, verða sjúklingar í vandabólkinum isoleraðir. Isolatiónin verður so avtikin aftur, tá negativ poding fyriliggur – eftir tveimum døgum.

Rætningslinjur fyri framferðarhættum finst á øllum deildum.

Torkil á Steig sigur í sínari niðurstøðu, at orsakað av vantandi skráseting er trupult at siga nakað endaligt, men við fyrivarni ber til at siga, at tamarhald er á støðuni

- Útbúgving av starvsfólki fer alla tíðina fram, og vit eru alla tíðina varug við møguligar vandar, sigur Torkil á Steig.

Hann mælti í sínum fyrilestri til, at syrgt verður fyri slaviskari skráseting av øllum multiresistentum bakerium, resistensviðurskiftum og útbúgving av starvsfólki at vera um smittaðar sjúklingar. Eisini skulu allir læknar útbúgvast í at nýta antibiotika við skilskemi.