Hava tamarhald á støðuni (sí myndarøð)

Nú verður kannað, hvussu stóran skaða, Ågot hevur fingið, eftir at Slættaberg rendi á hann í Klaksvík fyri løtu síðani

Fyri eini løtu síðani sigldi Slættanes inn í síðuna á Ågot, sum lá við bryggju í Klaksvík.

Tað er greitt, at hol er komið á Ågot og at hann er farin at leka rættiliga illa.

 

Kúlustevni á Slættaberg stendur inni í lastini á Ågot, siga tey í Klaksvík.

 Klaksvíkikar Sløkkilið er farið umborð á Ågot við pumpum.

 

Finn Hansen, leiðari fyri sløkkiliðið í Klaksvík, sigur við Rás2, at sum støðan er nú, klára  tey at halda Ågot lens so at hann ikki søkkur.

 

Sum støðan er nú, er hon hampilig, sigur hann

 

Nú verður so roynt at fáa nágreiniligt yvirlit yvir, hvussu umfatandi skaðin er og so verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.

 

Men hann sum tað sær út nú, verður roynt einaferð seinni at fáa Ågot upp á sleipistøðini.

 

Men nær tað verður, kann hann einki siga um, tí tað veldst um, hvussu umfatandi skaðin er.

 

Men hann sigur, at holið skal tettast fyribils, áðrenn Ågot fer yvir á sleipistøðini.

 

Enn ber ikki til at siga, hví Slættaberg rendi á.

 

Men á bryggjuni í Klaksvík verður tosað um eitt tekniskt brek, sum hevur elvt til, at Slættaberg koblaði í uttan ávaring, og sigldi inn í síðuna á Ågot.

 

Myndir: Dávur Winther