Hava talgilt kirkjugarðin

Upplýsingar um 6.000 gravir verða lagdar út á interneti.

Í framtíðini verður tað møguligt hjá borgarum, óansæð hvar tey eru stødd, at logga seg inn á kirkjugarðin við Velbastaðvegin og kirkjugarðin á Svínaryggi, og leita upplýsingar um 6.000 gravir.


Høgni Krossteig Nielsen er gravari í Tórshavnar kommunu, og fyri in.fo upplýsir hann, at arbeiðið at talgilda gravirnar er liðugt.


- Óansæð um man er í Avstralia ella Føroyum, so fer tað at bera til at logga seg á eina skipan, har allir upplýsingar um gravirnar eru. Talan er um einar 6.000 gravir, har brúkarin kann lesa nær viðkomandi er føddur, deyður, jarðaður, føðinavn o.s.fr.


Allar gravirnar í Velbastaðvegnum eru skrásettar í nýggju skipanini, meðan roynt hevur verið at skrásett so nógv sum gjørligt á Svínaryggi.


- Í kirkjugarðin á Velbastaðvegnum er alt vorði talgilt, eisini tær gravirnar har ongin steinur er. Fyrstu árini tá nýggi kirkjugarðin lat upp vóru tað nevniliga ikki øll, ið høvdu ráð at keypa ein stein.


- Á Svínaryggi er støðan øðrvísi, tí har er ikki alt skrásett. So har eru tað bara tær gravir skrásettar, har ein steinur er.