Fyri stuttum hevði Rás2 eina samrøðu við sjey ára gomlu Karin av Argjum, sum dugir sera væl at greiða frá.
Karin hevur sungið nógv seinastu vikurnar, bæði í gentukóri, og í skúlanum á Argjahamri. Hon hevur eisini verið til at baka eitt piparkøku-jólahús, sum hon stolt vísir fram á myndini saman við níggju ára gomlu systrini, Ingu. Karin ætlar at gleða síni eldri systkin við einari góðari jólagávu.
Undir myndini ber til at hoyra eitt fitt prát við Karin og Ingu, sum eisini syngja og spæla ein jólasang og eitt jólalag fyri okkum.