Í dag klokkan 14.00 byrjar stórt rennitiltak í Klaksvík.
Tað er sjálvhjálparbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Bót til Bata, ið saman við rennifelagnum Treysti skipar fyri familjurenning í dag.
Felags upphiting er klokkan 13.45, áðrenn tey luttakandi renna 2 ella 5 kilometrar.
Allur peningurin, sum kemur inn frá stuðulsrenningini, fer óskerdur til gransking av bróstkrabba og til arbeiðið í Bót til Bata.
Í oktober 2013 eru 25 ár liðin, síðani bólkurin Bót til Bata varð settur á stovn. Í tí sambandi skipar bólkurin í ár fyri ikki minni enn tveimum stórum tiltøkum. Fyrra tiltakið verður í dag í Klaksvík, meðan seinna tiltakið verður á torginum í SMS í Havn tann 1. oktober 2013.