Hava strangar reglur

- Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál, men annars havi eg ikki nakrar viðmerkingar sum so, sigur stjórin á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen

Tað er ikki hvønn dag, at starvsfólk umborð á Norrönu verða tikin fyri at smugla hassj.
- Tað er mær kunnugt ikki hent áður, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line.
Felagið hevur eina null toleransu, tá tað kemur til slíkt sum hassj og rúsdrekka.
- Vit hava ógvuliga stragnar reglur og samstarva við politiið á økinum, sigur Rúni V. Poulsen, sum annars ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið.