Tríggir royndir advokatar í Havn hava nú kasta saman í nýggja advokatfelagið Sókn.
Tey trý eru Mimi Steintórsdóttir, Birita Sandberg Samuelsen og Jógvan Elias Winther Poulsen.
Jógvan Elias Winther Poulsen og Birita Sandberg Samuelsen hava í fleiri ár starvast á Advokatskrivstovuni í Havn, og Mimi Steintórsdóttir hjá Advokatfelagnum yviri við Strond.
Tey trý hava stovnað nýggja felagið, SÓKN Advokatar, sum hevur til húsa í nýumvælda skrivstovubygninginum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn, Smæruni.
Mimi Steintórsdóttir gjørdist cand.jur. frá Københavns Universitet í juni 2005. Hon arbeiddi sum løgfrøðingur hjá TAKS frá juli 2005 til juli 2006. Í november 2006 byrjaði hon sum advokatfulltrúi og hon varð lærd sum advokatur í novembur 2009. Síðani hevur Mimi Steintórsdóttir arbeitt sum advokatur og royndir innan bæði tað almenna og privata.
Birita Sandberg Samuelsen gjørdist cand.jur. í januar 2004. Hon hevur starvast sum løgfrøðingur í Løgtinginum frá januar 2004 til mars 2007, sum løgfrøðingur hjá Skipaeftirlitinum frá mars 2007 til desember 2009. Í januar 2010 byrjaði hon sum advokatfulltrúi á Advokatskrivstovuni og varð lærd sum advokatur í juni 2011. Síðani hevur Birita Sandberg Samuelsen arbeitt sum advokatur á Advokatskrivstovuni.
Jógvan Elias Winther Poulsen gjørdist cand. jur. frá Københavns Universitet í 1999. Hann byrjaði í starvi á Oljufyristingini í mars 1999 og arbeiddi har til ársenda 2000. Hann byrjaði sum advokatfulltrúi á Advokatskrivstovuni í januar mánaði 2001 og gjørdist advokatur í 2003. Jógvan Elias Winther Poulsen hevur síðani arbeitt á. Hann hevur møtirætt fyri landsrætti.
Jógvan Elias Winther Poulsen er honorerur konsul fyri Portugal í Føroyum.










