Hava stovnað designfelag

Leygardagin varð føroyskt felag fyri designarar, Designfelagið, stovnað. Í tíðindaskrivi verður sagt, at limirnir í felagnum eru høgtútbúnir designarar innan grafik, klædnaskap, vevna-og bundnavørur, rúm, skap, møblar, mótaframa og tekning.

 

- Umframt at skapa umstøður fyri fakligum netverki og førleikamenning vil felagið virka fyri at profilera og professionalisera design sum fakøki í føroyska samfelagnum, siga tey, sum hava stovnað felagið.

 

Í nevndina eru vald Katrina í Geil, Sverri Heinesen og Hans Dávid Dam. Fyrsta nevndin hevur skipað seg við Katrinu í Geil sum forkvinnu í Designfelagnum.