Hetta er fjórða ferðin, at Andreas B. Heide úr Stavanger vitjar í Føroyum. Men í mun til hinar tríggjar ferðirnar, eru Føroyar hesa ferð høvuðsmálið.
- Vit eru fýra mans við bátinum hesa ferð, og so hava vit eisini havt ein amerikanskan journalist við. Hon er farin aftur til Amerika nú, men var við okkum á ferðini til Føroya. Hon nevnist Terry Ward, sigur Andreas B. Heide.
Teir sigldu úr Stavanger, har Andreas er frá, til Hetlands, har teir lógu tveir dagar.
- Tað gjørdist ikki so drúgt í Hetlandi, tí høvuðsmálið var sum nevnt Føroyar. Vit hava so siglt runt oyggjarnar í 10 dagar, og hava verið bæði í Vágum, Eiði og Hesti, sigur Andreas B. Heide, sum eigur bátin Barba.
Eitt stórt upplivilsi hjá teimum fimm, sum nú eru fýra, var G! Festivalurin.
- Tað var eitt satt upplivilsi, sum okkum øllum dámdi sera væl. Har var góður tónleikur, og veðrið var perfekt, siga teir fýra.
Bátatúrurin skal vara í tríggjar vikur, og teir leggja til brots heim aftur mikumorgunin.
- Vit lógu tveir dagar í Havn, tá vit komu til Føroya, og hava so siglt runt oyggjarnar og vitja í fleiri bygdum. Eg haldi, at Føroyar eru góðar fyri siglarar, men tað skuldi verið ein faldari til siglarar á enskum, sum greiddi frá, hvussu streymur og annað ferðast, sigur Andreas B. Heide.
Á myndini eru teir fýra umborð á bátinum, Barba. Frá vinstru Thomas Johannessen, Andreas B. Heide, skipari, Jon Grantangen og Henrik Nielsen - Mynd: Álvur Haraldsen