Hava stóra rennikapping í Vágum

Enn eitt umfar av Vetrarkappingini verður runnið í dag

Henda fyrrapartin fara rennarar úr øllum Føroyum at luttaka í Vetrarkappingini, sum hesaferð fer fram í Vágum.

 

Hetta er tann fjórða av tilsamans átta rennidøgum í Vetrarkappingini.

 

Byrjað verður klokkan 11.00 við kirkjuna í Sørvági, og runnið verður til Bíggjar. í Bø verður runnið omanfyri bygdina, og síðani sneiða rennararnir oman í bygdina, og hareftir gongur leiðin aftur til Sørvágs kirkju.

 

Hesin teinurin er umleið 9 kilometrar, men teir heilt ungu luttakararnir venda við hálvanannan kilometur.

 

 

Tað er felagið Frælsi, sum skipar fyri rennikappingini í dag.

 

 

Um so er, at onkur ikki hevur boðað frá luttøku enn, ber til at møta við SÍ-húsið klokkan 10.00, har til ber at melda til og fáa startnummar.

 

 

Les meira um tiltakið á heimasíðuna hjá Frælsum Ítrótti Føroya við at trýsta her