Tveir amerikanskir lossingarmenn hava stevnt danska reiðaríinum A.P. Møller eftir endurgjaldi fyri skaða, sum teir fingu í havnini í New York, tá ein hurð datt av einari bingju hjá reiðarínum.
Annar maðurin var sjúkrameldaður í sjey mánaðir, og hin fekk so álvarssaman skaða, at hann noyddist at gevast sum lossingarmaður. Teir hava nú lagt sak ímóti A.P.Møller og krevja endurgjald. Sakførari teirra sigur við Jyllandspostin, at endurgjaldskravið verður í hvussu er oman fyri eina millión dollarar. Sakførarin hjá danska reiðarínum heldur harafturímóti uppá, at amerikanska felagið, sum stóð fyri lossingini, skal rinda endurgjaldið, tí felagið hevði fingið at vita, at hurðin á bingjuni var ikki í lagi.
Sambært sakføraranum hjá A.P. Møller fekk bingjan skaða, tá skipið "APL Panama" var á veg úr Rotterdam til New York. Skipið kom í illveður í Atlantshavinum, og tá fekk bingjan skaða.