Løgreglan ger nógv burtur úr at kanna ferðsluna og aftur í nátt eru einir 50 bilar steðgaðir í Eysturoy og í Klaksvík og har um vegir. Men allir bilførararnir vóru edrúir og heldur ikki á øðrum økjum var nakað at finnast at, uttan í einstøkum førum, har bilførarar fingu átalu fyri ymisk smáttarí.
Men í Havn varð ein bilførari kortini tikin fyri at koyra við kenning. Nú ein dagin kannaði løgreglan eisini bilar, sum koyrdu børn í skúla í Klaksvík og tá ið samanumkom, fingu fýra bilførarar bót og klipp í koyrikortið tí teir høvdu børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tryggja sær, at tey sótu í trygdarbelti.










