Hava starvsstevnu millum jóla og nýggjárs

Eini 30 stovnar og fyritøkur luttaka, tá Jobmatch 2013 verður 30. desember

Aftur í ár verður skipað fyri starvsstevnuni Jobmatc. Hetta verður tann 30. desember í Østrøm.

 

 

Eins og í fjør er stevnan millum jóla og nýggjárs, soleiðis at útisetarnir, sum eru í Føroyum í jólafrí, hava møguleika at luttaka.

 

 

Umleið 30 stovnar og fyritøkur luttaka á Jobmatch í ár, og til ber at hitta teir ymsu stovnarnar og umboð fyri fyritøkurnar millum klokkan 13.00 og 20.00 mánadagin 30. desember.

 

 

Á starvsstevnuni fáa tey vitjandi eitt yvirlit yvir starvsmøguleikar í Føroyum og kunnu fáa at vita, hvat føroyskar fyritøkur og stovnar hava at bjóða. Harafturat fáa tey vitjandi á starvsstevnuni møguleika at bjóða seg fram fyri fyritøkunum og stovnunum, sum luttaka.