Hava spor at ganga eftir aftan á groft innbrot

Løgreglan hevur tryggjað sær spor at ganga eftir aftan á óvanliga innbrotið hjá Niels L. Arge í Havn í nátt

 

- Vit hava tryggjað okkum tey spor, sum eru á rundanum handilin og tey verða nú send til nærri kanningar.

 

Tað sigur Jón Klein Olsen við Rás2, eftir óvanliga innbrotið í handilin hjá Niels L. Arge í Kongabrúnni.

 

Les eisini: Groft innbrot í Havn

 

Hann staðfestir, at framferðarhátturin, har skotið verður inn ígjøgnum handilsgluggan við byrsu, er rættiliga sermerktur

 

Les eisini: Eg eri øgiliga skelkað

 

Men tað órógvar eisini Jón Klein Olsen, at tað finnast fólk, sum kunnu finna upp á at ganga í býnum á náttartíð við byrsu og sum kunnu finna upp á at skjóta inn ígjøgnum vindeygu.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Jón Klein Olsen hevur at siga um innbrotið í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2.