Hava sperrað oljuna inni

Oljan á sjónum, sum varð uppdagað mitt í gjár, er nú sperrað inni og liggur í fjøruni.

Oljan á sjónum, sum varð uppdaga mitt í gjár, er nú sperrað inni og liggur í fjøruni.

 

- Talan er um 300 metrar frá Krambatanga og inn móti Drelnesi, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri.

 

Tað var í gjár, at fráboðan kom um olju á sjónum við Krambatanga, og Jaspur Vang, økisleiðari fyri Suðuroynna, sigur, at politiið veit hvørji skip talan kann vera um.

 

- Vit taka royndir av oljuni á sjónum, og royndir av oljuni umborð á skipunum, ið talan er um. So rokna vit við, at kunna staðfesta, hvaðani oljan stavar frá, sigur Jaspur Vang.