Hava sperrað Miðvág

Oljudálkingin frá Captain Gorbatjov á Nólsoyarfirði hevur nú við sær, at Havnin í Miðvági er sperrað MRCC hevur í kvøld sent út fráboðan um, at innsiglingin til Miðvág er sperrað.

Orsøkin til hetta er, at nakað av oljuni, sum í gjár seyraði úr russiska Captain Gorbatjov á Nólsoyarfirði, nú hevur flutt seg vestur til Miðvág, og onkur bátur hevur eisini tikið nakað av olju upp.

Oljusperringar eru nú lagdur um vágna, og Brimil er á veg vestur, verður sagt á MRCC-støðini, men tey vita ikki neyvt, hvussu nógva olju talan er um.

Tað er annars Umhvørvisstovan, sum umsitur uppruddingararbeiðið, men har ber ikki til at fáa nakra viðmerking. Boðini í telefonsvaranum eru, at avgreiðslutíð er millum klokkan 9 og 15.