Teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár hava vit innflutt vørur fyri 145 milliónir krónur minni enn vit gjørdu í sama tíðarskeiði í fjør. Tilsamans hava vit innflutt fyri 6.631 milliónir higartil í ár,
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.Men tað er serstakliga ein orsøk til at innflutningurin er minkaður og tað er, at vit hava innflutt nógv inni av olju og øðrum brennievni.
Frá januar í ár innfluttu vit nevniliga olju, og annað brennievni, fyri 775 milliónir, og tað eru heilar 288 milliónir minni enn vit innfluttu í sama tíðarskeiði í fjør.
Og Hagstovan leggur afturat, at tað er tí at prísurin á olju er lækkaður so nógv, tí nøgdin av olju sum vit hava innflutt, er størri í ár enn hon var í fjør.
Annars er innflutningurin av vørur, sum eru til beinleiðis nýtslu í einum húsarhaldi, átta prosent hægri í ár enn hann var í fjør. Kortini er innflutningurin av klæðum og skóm minkaður nakað, men innflutningurin av hvítvørum, og øðrum nýtsluvørum av hesum slagi, nógv vaksin.
Tilsamans hevur innflutningurin av nýtsluvørum verið 1.490 milliónir og tað eru 116 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.