Hava spart eina hálva milliard í olju

Lági oljuprísurin kemur væl við, men annars innflyta vit nógv meiri í ár enn vit gjørdu í fjør

Tilsaman var innflutningurin til Føroya 6,6 milliardir í fjør, og tað er ein hálv milliard meiri enn í 2015.

 

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Hagstovan sigur, at tað er fyri at kalla fyri allar vørubólkar, at innflutningurin er vaksin í fjør, men størsti vøksturin var í innflutninginum av maskinum og amboðum. Í fjør innfluttu vit maskinur og amboð fyri 854 milliónir, og tað eru 250 milliónir, ella 42 prosent, meiri enn í 2015.

 

Innflutningurin av rávøru til fiskavirking vaks eisini nógv, og sostatt var hann 217 milliónir í fjør og tað eru 53 milliónir, ella 32 prosent meiri enn í 2015.

 

Í fjør innfluttu vit tilfar til byggivinnuna fyri 600 mió., tað er 18% meir enn í 2015, so eisini í hesum bólkinum var vøksturin stórur, sigur Hagstovan.

 

Størstu minking, tá vit rokna innflutningin í krónum, finna vit í bólkinum fyri brennievni og tað er sjálvsagt lækkandi oljuprísurin, sum er høvuðsorsøkin til tað.

 

Í 2012 innfluttu vit brennievni fyri 1,3 milliardir krónur sum var tað mesta nakrantíð. Men í fjør var innflutningurin av brennievni minkaður niður í eina helvt, tí tá var hann 650 milliónir krónur, sigur Hagstovan.