Fyrsti kvinnulandsdysturin millum Danmark og Noreg varð spældur tann 6. september 1947. Tá varð hondbólturin rættiliga øðrvísi enn í dag. Danmark vann tann fyrsta dystin, sum varð spældur í Noregi við úrslitinum 3-1, eitt óhoyrt hondbóltsúrslit nú á døgum. Ikki fyrr enn 30. juni í 1964 vunnu norsku kvinnurnar sín fyrsta dyst ímóti Danmark. Noreg vann tá 8-4. Liðini hava hesi 61 árini spælt 133 kvinnulandsdystir. Danmark hevur vunnið 63 av teimum, og Noreg hevur vunnið 56 dystir. 14 av landsdystunum eru endaðir við javnleiki. Málúrtøkan er 2283 mál til Noreg, og 2311 mál til Danmark.