Hava sovið í tímanum

Fyrrverandi stjórin á Samvit heldur, at kunningin til útheimin um makrelmálið kundi verið munandi betri, um ráðini frá Samvit og kappingarráðgevanum, Simon Anholt, vórðu fylgd

Elin vísir í bloggi á Facebook á, at tað fleiri ferðir í tíðarskeiðnum, 2007-2009 varð víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri umdømið hjá Føroyum at hava eina almenna miðsavnandi miðlaeind. Ein eind, sum millum annað kundi roynt at fingið føroysku sjónarmiðini í makrel- og sildastríðnum betur fram.

Millum annað vísir Elin á tað, sum varð skrivað í ritinum “Kappingarsamleiki Føroya” um endamálið við eini slíkari miðlaeind.


“Tað er í tøkum tíma, at ein miðsavnað føroysk Miðlaeind [Media Centre] verður sett á stovn. Ein slík miðlaeind hevði gjørt tað møguligt hjá øllum áhugaðum útlendskum miðlum at fingið samband við Føroyar. Fyrimunurin hevði verið, at boðskapurin um Føroyar var samskipaður á einum staði til altjóða miðlar.
 
Í teimum førum, har talan er um neiliga umrøðu í miðlunum, hevði ein Miðlaeind havt eina krepputilbúgvingarskipan, sum var før fyri at samskifta á fleiri málum. 
Miðlaeindin kann veita rættar upplýsingar til rætta tíð, og ein og sama boðskap frá øllum lyklaspælarum og tryggja, at altjóða miðlaheimurin umtalar Føroyar við einum greiðum boðskapi og á ein virðiligan hátt.
Neyðugt er ikki at skipa eina nýggja skrivstovu ella umsiting til endamálið. Tað ræður um at nýta tey fólk og teir bygnaðir, ið longu eru her, á ein meira miðvísan og strategiskan hátt. 
Miðlaeindin skal hava ábyrgd av at fylgja við í altjóða miðlum fyri at finna fram alla viðkomandi umrøðu av Føroyum, soleiðis at møguligir trupulleikar kunnu staðfestast í góðari tíð. 
Eindin skal gera mótátøk til neiliga umtalu og gera styðjandi átøk til jaliga umtalu. Eindin skal standa fyri okkara PR virksemi úteftir og fáa útlendsk tíðindafólk til Føroya at hugsa jaligt um landið og fólkið her.
Eftirsum ein av uppgávunum hjá Miðlaeindini verður at fylgja við í altjóða miðlunum, gera kanningar og granska, hevði tað verið skilagott, um tað eisini fekk uppgávuna at gera eftirmetingarnar og hava eftirlit við KS verkætlanini sum heild. 
Við øðrum orðum: Miðlaeindin átti at havt ábyrgdina av øllum kanningum, sum hava til endamáls at lýsa og meta um altjóða umdømi Føroya.”

- Eg haldi, at vit ongantíð nóg skjótt eiga at seta eina slíka miðsavnandi miðlaeind á stovn. Betur seint enn ongantíð! Hetta er ein góð íløga, tí í longdini sparir føroyska samfelagið nógvan pening við at hava eina miðlaeind sum hesa - og ikki minst kundi fyribyrgjandi miðlaarbeiðið hjá eindini eisini spart føroyingum fyri nógvum óneyðugum ótta, sigur Elin Heinesen, sum var stjóri á Samvit, áðrenn stovnurin gjørdist partur av samanlegging.