Hava snýtt fyri einar 250 milliónir krónur

? Landsstýrið hevur fingið gjald frá danska statinum fyri læraralønir í Føroyum, men hevur bara betalt ein part útaftur, sigur formaðurin í lærarafelagnum

? Hvørt ár verða vit snýtt fyri einar 23 milliónir krónur.

? Og tað eru vit blivin hvørt ár líka síðani 1987.

Hetta sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í føroya Lærara.

Teir, sum eru snýttir, eru teir føroysku lærararnir.

Og tann, sum snýtir lærararnar, er eingin minni enn Føroya Landsstýrið.

Formaðurin í lærarafelagnum sigur, at Lærarafelagið hevur roknað út, at landsstýrið hvørt á betalir lærarunum einar 23 milliónir í løn.

Og tað er hent hvørt ár síðani vit fingu blokkstuðul í 1987.

Elsa Birgitta Petersen sigur, at sostatt er talan um, at landssýrið hevur goldið lærarunum einar 250-300 milliónir ov lítið í lønum.


Betala ikki alt

Formaðurin í Føroya Lærarafelag ivast eisini í, um hetta ikki kann kallast fyri svik ímóti danska statium.

Danski staturin betalir nevniliga 55% av føroysku læraralønunum og føroyiski landskassin betalir so hini 45%

? Tá ið vit fingu blokkstuðul, komu læraralønirnar eisini uppí.

? Og tá ið danska stjórnin roknaði endurgjaldið fyri læraralønirnar út, varð tað gjørt eftir einum ávísum lønarstigi.

Men Elsa Birgitta Petersen sigur, at tá ið landsstýrið betalir lønirnar útaftur til lærararnar í Føroyum, verður tað gjørt eftir einum lønarstigi, sum er nógv lægri enn tað, sum danir rokna síni 55% eftir.

? Og tað er so stórur munur á, at tað svarar til einar 23 milliónir um árið.

Hon sigur, at lærarafelagið hevur roknað út, at í 1996 betalti landsstýrið sostatt bara 26% av læraralønunum, har tað átti at betalt 45%, eftirsum danski staturin betalir 55%.


Stór inntøka fyri landið

Hon leggur afturat, at av tí, sum lærarar fáa í læn, betala teir upp ímóti 50% í skatti, sum øll onnur.

? Skulu vit so avmarka læraran til bara at verða ein spurning um pening, eru vit sostatt ein rein inntøla fyri landið.

? Tí er tað nógv fyri, at vit fíggjarmálastýrið bara roknar okkum sum eina útreiðslu, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Formaðurin sigur, at Lærarafelag vildi fegin havt fíggjarmálaráðharran at greitt Føroya fólki frá, hvar hesin peningurin er farin og í, hvørjum lummum hendan 1/4 milliardin er enda, sum av røttum átti at verið útgoldin í lønum til lærarar.