Hava slept ætlanini um tunnil undir Havnini

Tað er nú greitt, at tað verður av ongum at gera tunnil frá Eysturoyartunlinum á Hvítanesi yvir í Krákugjógv

 

Tað er nú greitt, at vegurin ímillum Eysturoyartunnilin á Hvítanesi, til Havnar, verður ikki lagdur í ein tunnil.

 

Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið

 

Tað hevur verið eitt stórt ivamál um, hvussu vegurin skuldi gerast, men síðsta heyst samdust landsstýrið og táverandi býráð um, hvusus vegurin skuldi leggjast.

 

 

Les eisini: Tunnil av Hvítanesi undir Hoyvík til Havnar

 

 

Men í  núverandi býráði vóru tey ikki samd í hesum, og í tí sambandi vildi borgarstjórin heldur hava ein  tunnil ímillum Hvítanes og Krákugjógv, sum er við Oyggjarvegin, nakrar hundrað metrar frá Hotel Føroyum.

 

Men á býráðsfundinum í gjárkvøldið staðfesti borgarstjórin, at tað var neyðugt at laga seg eftir tí politiska veruleikanum.

 

 

Les eisini: Fleiri ára gamalt stríðsmál er nú loyst

 

 

Og tann politiski veruleikin er, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur gjørt greitt, at Landið fer ikki at rinda fyri ein tunnil.       

 

Í býráðnum hava tey samstundis gjørt greitt, at vegasambandið ímillum Eysturoyartunnilin og Havnina, er ein landsuppgáva. Men tá ið Landsstýrið ikki vil rinda fyri ein tunnil, verður vegurin gjørdur eftir avtaluni, sum varð gjørd í heyst, staðfesti Annika Olsen.