Tað var kvøldið fyri nýggjársaftan, at løgreglan fór inn á eitt skeinkistað í Norðurøkinum, tí tað var nokk so nógv lív í innandura. Eftir lógini skuldu øll skeinkistøð tá annars lata aftur klokkan 22 í eini roynd at forða fyri, at korona fer at breiða seg.
Men í hesum skeinkistaðnum, sum er í norðurøkinum í landinum, vóru eini 25 fólk saman í veitslulagi, tá ið løgreglan kom framvið um eitt tíðina hesa náttina. Løgreglan upplýsti tá, at skeinkistaðið umbar seg við, at tey høvdu starvsfólkaveitslu inni á skeinkistaðnum, men tað er heldur ikki loyvt, upplýsti løgreglan tá.
Tá segði løgreglan, at hesi verða í hvussu so er skuldsett fyri at bróta lógina um upplatingartíðir, men tey verða kanska eisini skuldsett fyri at bróta lógina um farsóttir. Løgfrøðingarnir skudlu nevniliga fáa greiði á, um tey eisini hava økt um vandan fyri at korona breiðir seg, og um tey hava sett fólk í vanda upp á hendan mátan.
Men nú hevur løgreglan kannað málið nærri, og niðurstøðan er, at málið verður slept.
- Her var talan um eitt pizzaria, og landsstýrið hevur givið til kennar, at hendan lógin, sum bleiv sett í verk, ikki varð ætlað sonevndum take-away støðum, og tí hava vit slept málinum, og eingin ákæra verður reist, sigur Michael Boolsen, fúti.