Hava slept ætlaðu hækkanini av elprísinum

Tað sigur nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen.

Á eykaaðalfundinum hjá SEV í morgun, varð kunngjørt, at hóast SEV hevur eitt yvirskot á umleið 100 milliónir í 2015, og vænta umleið eitt yvirskot á 75 milliónir næsta ár, so eru ongar ætlanir um, at lata yvirskotið koma brúkaranum til góða við at lækka elprísin. Hetta hóast at elprísurin hækkaði í 2011, 2012 og 2013.


Brúkarin er tó ikki heilt við sviðusoð, tí góða gongdin hjá SEV hevur ført við sær, at ætlaða hækkanin av elprísinum í 2017 nú er slept.


- Síðstu árini er elprísurin hækkaður, tí at vit høvdu eitt stórt hall yvir fleiri ár. Frá 2010 til 2012 høvdu vit eitt hall á umleið 100 milliónir krónur. Í 2013 og 2014 megnaðu vit at venda gongdini, og í 2015, og væntandi eisini í 2016, kunnu vit vísa á eitt yvirskot.


- Góða gongdin hevur við sær, at vit ongar ætlanir hava at hækka elprísin. Tað var annars ætlanin, at hann skuldi hækka í 2017, men tað er nú slept.


Nevndarformaðurin vísir á, at orsøkin til, at elprísurin ikki hækkar nú, er at SEV næstu árini fer í holt við fleiri størri íløgur, ið krevja lántøku.


- Nú hava vit eina góða fíggjarstøðu, ið vit kunnu vísa á, so tá vit fara í peningastovurnar at fáa fígging, verður rentan ikki ov høg. Sum nú er, kunnu vit nevniliga vísa á ein góðan rakstur, eitt yvirskot og á eitt felag, ið á allar mátar er álítandi, umframt at vit hava ein grønan profil. Tað ger okkum til eitt felag, ið onnur ynskja at samstarva við.