Frá januar til apríl í ár ferðaðust 102.882 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, og tað eru 11,6 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá flogvøllinum.
Uppgerðin hjá flogvøllinum vísir eisini, at ferðafólkatalið er størri hvønn mánað higartil í ár, enn tað var í sama mánað í fjør.
Ikki óvæntað er talið á ferðafólkið minst fyrst í árinum, tí bæði í Januar og februar lá tað um 20.000 hvønn mánað.
Men síðani er tað vaksið, og nú apríl er av, tykist tað, sum um at ferðafólkatíðin byrjar av álvara, tí í apríl í ár ferðaðust 37.979 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, og tað eru 24,1 prosent meiri enn í apríl í fjør.