Hava skyldu at pynta

Í nýggja høvuðssætinum hjá TAKS á Skálatrøð hava tey eisini pyntað til jóla, men søgur siga, at tey kanska hava goldið eitt vet meiri fyri sítt jólapynt enn vit onnur.

 

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, vísir á, at stovnurin hevur skifti høli fleiri ferðir seinastu árini, og at mangt jólaprýði er vorðið burtur millum ár og dag. Tí var tørvur á nýggjum jólaprýði.

 

Hann váttar eisini fyri in.fo, at tað er Edvard Fuglø, sum hevur prýtt nýggja høvuðssæti til jólar, men hann avsannar, at stovnurin skal hava goldið honum eina órímiliga upphædd.


- Vit halda, at tá vit nú liggja har vit liggja, við einum stórum sýnisglugga móti miðbýnum, hava vit skyldu at gera eitt sindur meiri burtur úr. Tí valdu vit at biða Edvard Fuglø gera jólaprýðið fyri okkum, sigur Eyðun Mørkøre.

 

- Vit hava rindað honum 10.000 krónur fyri ómakin, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, men vísir á, at eftir ætlan skal TAKS nýta hetta jólaprýðið komandi 10 árini. Samlaði kostnaðurin gjørdist 25.000 krónur.