Hava skrivað undir nýggjan sáttmála

Heilsuhjálparfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava skrivða undir nýggjan sáttmála

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya skrivaðu fyri løtu síðani undir semju um ein 1 ára sáttmála. Sáttmálin er galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2024 til 1. oktober 2025.

 

Lønarhækkanin, sum er galdandi frá  1. oktober í 2024 er 4,75%.

 

Avtalað er gjørd um, at fastløntir heilsu- og heimahjálparar nú fáa úrtíðgjald á 50%, tá ið arbeitt verður longri enn 8 tímar.