Nú í morgun hevur Tórshavnar Býráð skrivað undir avtalurnar um at byggja størsta fólkaskúla í landinum, Skúlan á Fløtum.
Tað upplýsir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráði, og hon sigur, at farið verður undir jørðarbeiðið longu fyrst í næsta mánað.
á Býráðsfundi í gjárkvøldið legði hon stóran dent á, at full ferð verður sett á arbeiðið, longu frá fyrsta degi, so at stígur ongantíð kemur í arbeiðið.
Næsta ár fer býráðið at seta 70 milliónir krónur av til byggingina, sum annars fer at kosta slakar 270 milliónir at byggja.
Tað eru Articon og Búsetur, sum skulu byggja skúlan, Install stendur fyri elarbeiðnum, og Maria Poulsen sendur fyri arbeiðnum í sambandi við vatn, hita og annað í tí sambandi. Og tað eru hesar fyritøkurnar, býráðið hevur skrivað undir eina avtalu við í morgun.
Annars fevnir avtalan, sum er skrivað undir í morgun, um Tórshavnar kommunu, ráðgevarasamtakið Eind og Samtakið Articon–Búsetur, við undirarbeiðstakarum, P/F Maria Poulsen og Install.
Farið verður nú undir fyrsta stig, har verkætlanin verður gjøgnumgingin og endaligi byggikostnaðurin ásettur. Ætlandi verður farið víðari til stig tvey og at skriva undir sáttmálan um sjálvt arbeiðið í fyrsta ársfjórðingi 2017.
Tilboðini ljóða upp á 268 milliónir, og tað eru 28 milliónir meiri, enn eftir byggiskránni og roynt verður nú at lagað verkætlanina til fyri at nærkast metta kostnaðinum, uttan at skerja skúlan