Tað er nú endaliga greitt, at tað verður grikska ferjan, Galaxy, ið skal røkja siglingina ímillum Suðuroy og Havnina fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk um ein tríggjar vikur.
Hilmar Eilasen, stjóri á Stjóri á Strandferðsluni, sigur, at leigusáttmálin varð undirskrivaður í síðstu viku, og um eina viku loysir hann frá landi við kós ímóti Føroyum.
Stjórin sigur, at Galaxy verður í Føroyum hálvan mars, men Smyril verður ikki sendur av landinum, fyrrenn vissa er fingin fyri, at øll viðurskifti eru, sum tey eiga.
Galaxy skal sigla fyri Smyril í tríggjar vikur og Smyril verður aftur til páskasiglingina, tá ið Galaxy so fer av stað aftur.
Galaxy er eitt skip, sum áleið líka stórt, sum Smyril, men hann hevur bara loyvi at føra 400 ferðafólk.
– Vit hava kannað ferðafólkatølini fyri sama tíðarskeið í fjør, og tað vísti seg, at tað mesta, sum var við av ferðafólki ein túr, var 370, so vit vænta ikki, at tað verður nakar trupulleiki, sigur Hilmar Eliasen.
Galaxy fer at sigla ímillum Krambatanga og Havnina, men tað verður eftir eini skerdari ferðaætlan.
Hann er ikki so framkomin, sum Smyril er, og hevur ikki somu barlasttangar, sum Smyril, og tískil má hann lastast javnt í bæði borð. Samstundis er skott ímillum ymsar partar á biladekkinum, og alt tað ger, at tað er eitt sindur longri at fáa bilar og farm umborð og í land, tí hann er ikki so effektivur sum Smyril er.
Sostatt fer hann at sigla tvær ferðir um dagin aftur og fram, og sostatt verða tað túrarnar mitt á degi mánadag og hósdag, sum detta niður ímillum. Men klokkutúrarnar verða nøkunlunda tær somu.