Hava skotið 100 mál hetta kappingarárið

Suðuramerikanska álops-trioin hjá FC Barcelona er ikki til at steðga

Lionel Messi, Neymar og Luis Suarez. Tríggir suðuramerikanskir fótbóltsspælarar, sum øll við bara eitt sinduri av innliti í fótbólt kenna. Hesar tríggjar livandi legendirnar útbyggja sín hetjustatus í FC Barcelona javnt og samt við sínari stóru málskjóting.

 

Vit skriva 6. mars, og teir tríggir Lionel Messi, Neymar og Luis Suarez hava higartil skotið 100 mál fyri FC Barcelona. Býtið millum teir tríggjar er :

 

Luis Suarez 42 mál

Lionel Messi 35 mál

Neymar 23 mál

 

Í dag var tað liðið Eibar, sum stóð fyri skotum. Neymar var ikki við, men tað gekk frálíka væl hjá álopsmaskinuni hjá FC Barcelona kortini. Lionel Messi skoraði tvey mál, og Luis Suarez eitt, tá Barcelona vann 4-0 á Eibar í La Liga. Avloysarin hjá Neymar, Munir El Haddidi skeyt fyrsta málið í dystinum. 

 

FC Barcelona hevur 72 stig. Tað eru 11 stig fleiri enn Atletico Madrid á øðrum plássi, so alt peikar á, at FC Barcelona vinnur La Liga hetta kappingarárið.