Hava skorið 200 milliónir av inntøkunum

Tað hevði gjørt stóran mun og kundi givið teimum hægri løn, sum annars verða oyst undir í rósum undir koronu

Hevði hendan samgongan ikki avtikið fiskivinnuskipanina hjá undanfarnu samgongu,h hevði inntøkan hjá landskassanum verið einar 200 milliónir hægri, enn tær annars verða í ár.

 

Tað førdi Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins, fram í Løgtinginum í áðni, nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um ólavsøkurøðuna hjá ólavsøki.

 

Hann vísti á, at hevði hendan samgongan ikki avtikið fiskivinnuskipanina, hevði inntøkan hjá landskassanum verið einar 500 – 600 milliónir í ár, men nú verður hon 200 milliónir minni, ella einar 300 – 400 milliónir.

 

Hann heldur, at tær 200 milliónirnar høvdu gjørt stóran mun í arbeiðnum at ment heilsuverki. Tað sigur, at tað hevði gjørt stóran mun í arbeiðnum at menna eina ordiliga endurvenjing, til tey, sum eru rakt av sjúku ella vanlukku. Tað hevði eisini verið nokk til at fíggja eina lønarhækking til sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar, og øll onnur, sum annars eru oyst undir í rósum undir koronu-farsóttini.