Hava skjótt bíðað í 35 ár at fáa arbeiðið liðugt

Næsta ár hevur byrgingin um Haraldssund 35 ára hátiðardag sum ein óliðug verkætlan - nú skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvat hann ætlar sær at gera

 

Verður tað nú, at byrgingin um Haraldssund verður gjørd liðug? Tað vil Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita. Og tað skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, nú greiða frá.

Aksel V. Johannesen vil eisini hava at vita um ætlanin er at brúka grót úr nýggju tunlunum norður um Fjall til endamálið.

Byrgingin um Haraldssund varð gjørd í 1986 og næsta ár hevur hon sostatt 35 ára hátíðarhald í hálvum gekki.

Nakrar ábøtur eru gjørdar hesi árini, men framvegis er langt á mál til hon verður liðug.

Aksel V. Johannesen hevur skilt á Landsverki, at, sum heild er tað ikki neyðugt at brúka tunnilsgrót til at gera arbeiðið liðugt, tí ætlanin er at endurnýta alt tilfarið frá verandi byrging til tað nýggju byrgingina. Og sambært Landsverki er bara tørvur á heilt stórum gróti afturat tí, sum longu er í byrgingini.

– Tað kann tó vera ein fyrimunur at hækka byrgingina eitt sindur meira enn Landsverk upprunaliga hevði ætlað, og til tað arbeiðið kann tunnilsgrót brúkast, sigur Aksel V. Johannesen.
Sum er føla fólk seg ótrygg at koyra eftir byrgingini í ringum veðri, tí sjórokið stendur inn yvir hana og har eru  hvørki gongubreyt ella súkklubreyt, leggur hann afturat.

Hetta er verri enn so fyrstu ferð, at byrgingin um Haraldssund verður umrødd. Fyri hálvum øðrum ári síðani, í februar í fjør, spurdi Óluva Klettskarð, sum tá var tingkvinna fyri Tjóðveldi, eisini táverandi landsstýrismann í samferðslumálum, um byrgingina.

##med2##

Og táverandi landsstýrismaður var eingin annar enn nettupp Heðin Mortensen, sum nú spyr um byrgingina.

Og tá segði hann, at byrgingin skuldi gerast liðug beinanvegin.

Tá segði hann, at ætlanin at hækka brimgarðin og vegin fyri at forða fyri sjóroki. Hann segði, at ætlanin er at gera ein tveybreytaðan veg, umframt gongubreyt og súkklubreyt og eisini skuldu gøtuljós setast upp.

Tá segði hann, at hann ætlaði at útvega fígging til endamálið, og varð tað neyðugt, ætlaði hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um eina eykajáttan til endamálið.

Landsverk hevur mett at arbeiðið kostar einar 30 milliónir, men Heðin Mortensen segði, at verður grótið tikið úr grótbrotinum Norðuri á Strond, kostar tað bara fimm til sjey milliónir