Hava sett ótrúligt met

Celtic hevur sett 100 ára gamalt met, og nú er kósin sett ímóti heimsmetinum.

Skotska felagið, Celtic, hevur sett eitt nærum ótrúligt 100 ára gamalt met í bretskari fótbóltssøgu. Teir eru nevniliga ósigraðir í 63 dystum á rað í heimligu kappingunum.


Hetta er nýtt met í Stórabretlandi, har Celtic sjálvt átti metið við 62 dystum á rað uttan tap í einum tíðarskeiði frá 1915 til 1917.

 

Metið varð sett við einum 4-0-sigri ímóti St. Johstone leygardagin. Seinast Celtic tapti ein dyst í heimligu kappingunum var 11. mai í fjør ímóti sama St. Johnstone.


Enn er tó nakað upp til heimsmetið, sum rumenska Steaua Bukarest setti í 1980-unum við 104 dystum á rað uttan tap. Næstbestu røðina eigur Lincoln av Gibraltar, sum tíðarskeiðið 2009 til 2014 var ósigrað í 88 dystum á rað.