255.807 tons av svartkjafti. Tað er hvat føroysku skipini sleppa at fiska í 2016.
Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið eftir ráðførslu við uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, hevur ásett føroysku kvotuna fyri 2016.
Kvotan er sett aftaná, at tað ikki eydnaðist strandarlondunum at semjast um býtið fyri 2016. Sostatt varð neyðugt at áseta egna kvotu.
Sjálv kvotan fyri 2016 verður 275.832 tons, men aftrat hesum verður restkvotan frá 2015, 71.475, lagt aftrat.
Síðani verða 91.500 tons trekt av kvotuni, ið føroyingar, sambært galdandi fiskiveiðuavtalum, lata Russlandi, Grønland og ES.

Hava sett sína egnu svartkjaftakvotu

