Hava sett kikaran á rottuna í Føroyum

Fyribils bendir einki á, at rottan í Føroyum hevur eina ávísa bakteriu sum kann verða álvarslig fyri fólk


Føroyskar rottur eru ikki fongdar við bakteriuni, Leptospira interrogans.

Hetta vísa fyribils úrslit av kanningini av føroyskum rottum, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt.

 

Hendan bakterian kann elva til sjúkuna, leptospirosa, sum eisini fólk kunnu verða smittað av, sum koma í samband við dýr, sum hava bakteriuna.

Tey, sum verða smittað av Leptospirosa, fáa tað oftast tá ið tey koma í samband við vatn, sum er dálkað av landi frá dýrum við bakteriuni.

Sjúkueyðkennini minna um beinkrím, men í serstøkum førum kann sjúkan eisini vera vandamikil við tað at hon kann ávirka bæði livrina, nýruni og annað.

 

Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, sigur, at so at siga bara  loppur og lýs liva sum parasittar í skinninum á rottunum.

 

Tað var í 2012 at farið varð undir at kanna rottur í Føroyum.

- Fyrsta stigið var at savna rottur kring landið. Heitt varð á fólk, sum høvdu fingið fatur á rottum, deyðum sum livandi, um at seta seg í samband við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, sum so kundi fáa rotturnar til kanningina, sigur hann.

Rottur hava nú verið savnaðar í skjótt trý ár, og higartil hevur tað eydnast at fáa fatur á 92 rottum, sum eru fingnar frá fólki í 13 bygdum og býum kring landið.

 

Lívfrøðingurin sigur, at royndir av 61 rottum eru sendar til Danmarkar at verða kannaðar fyri bakteriuna leptospira interrogans.

- Kanningarnar vístu, at ongar av rottunum høvdu bakteriuna í sær.

 

Hann heldur tá, at tað er rættast at kanna fleiri rottur fyri at fáa eina heilt greiða mynd av støðuni og tí eru royndir av 34 rottum afturat sendir til kanningar, men úrslitini eru ikki komin.

 

Annars hevur Eyðfinn Magnussen funnið tilsamans 71 loppur og tvær lýs á rottunum. Loppurnar og lýsnar verða nú greinaðar sundur í  ymisk sløg

- Ætlanin er eisini at gera DNA-kanningar av rottunum fyri at vita hvaðani føroyska rottan hevur sín uppruna, og um tað er munur á rottunum í teimum ymisku bygdunum í Føroyum.

- Hesar kanningarnar eru tó ikki byrjaðar enn, men vit hava nú 92 DNA-prøvar, ið bíða í frystiboksuni, og sum vónandi fara at avdúka upprunan hjá føroysku rottuni, sigur Eyðfinn Magnussen.

 

Hann leggur afturat, at hann er framvegis áhugaður í at fáa fleiri rottur til kanningar.

So tey, sum vilja rætta honum eina hjálpandi hond við kanningini, og sum finna eina rottu, kunnu koyra hana í ein posa, binda væl fyri og frysta posan og so at siga frá á Fróðskaparsetrinum.

Somuleiðis er neyðugt at skriva upp  nær og hvar, rottan er funnin og er talan um bygt øki, skal eisini gøtunavn og nummar skrivast upp.