Hava sett fleiri met

Svimjihøllin í Gundadali er í hesum døgum karmur um ársins Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu í svimjing.

 

Kappast verður um Juniormeistaraheitini um morgunin og Føroyameistaraheitini um kvøldið.

 

Kappingarnar byrjaðu í gjár, og longu nú eru fleiri nýggj føroysk met sett.

 

Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í gjárkvøldið nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á FM/JM 2013 gjørdist føroyameistari við tíðini 57.62, har hennara met frá FM/JM í fjør var 58.31. Nú er heilt stutt niður til føroyska metið hjá Elspu Mørkøre, sum er 57.41 frá kapping í Danmark í 2007.

 

Besta liðið hjá Ægir setti í gjárkvøldið stórt nýtt føroyskt met í 4x100 metra frísvimjing, tá ið tær á FM/JM 2013 gjørdust føroyameistarar við tíðini 3:55.91, har metið hjá teimum frá FM/JM í fjør var 3:58.58. Svimjararnir vóru nágreiniliga tær somu sum í fjør (við eini eitt sindur ørvísi raðfylgju) - Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Birita Debes - og nevnast skal at besta liðið hjá SuSvim hjálpti væl til at fáa metið niður, við at geva Ægir skarpan gang fyrstu 300 metrarnar.

 

Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann á FM/JM 2013 svam teinin uppá 1:05.82, har metið hjá honum frá stevnu í Vági í mars 2013 var 1:06.26. Markus fer víðari til finaluna í kvøld við bestu tíð ímóti serliga Bartali Hestoy og Páli Joensen, sum tóku sær eitt sindur meira av løttum í morgun.

 

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá finalunum frá klokkan 17 til 19 í kvøld og í annaðkvøld, og hartil ber til at fylgja við úrslitunum beinleiðis á livetiming.dk. Heimasíðan svimjing.com fylgir sum vanligt neyvt við gongdini á FM og JM við myndum og varping frá serliga juniorkappingini um morgunin.