Hava sett fleiri kryvjimaskinur í ísfiskaskip

Fiskivinna

Seinastu 2-3 árini hevur maskinverkstaðurin FJM í Runavík sett fleiri kryvjimaskinur í ísfiskaskip og hendan dagin, vit vitjaðu virkið, stóðu ikki færri enn fýra kryvjimaskinur inni á gólvinum.
Tvær av maskinunum skulu setast umborð á nýggju skipini, ið P/F Beta, sum Faroe Seafood nú eigur, byggir í Spaniu.
Hinar báðar maskinurnar skulu setast umborð á aðrar føroyskar ísfiskatrolarar.
Maskinurnar, sum FJM umboðar, eru av slagnum KM-Fish, og tær eru danskar.
Tað eru serliga skipini, sum fiska upsa, ið hava notið gott av hesum maskinum. Tær eru effektivar og kryvja allan fiskin.
Kryvjimaskinurnar eru mentar nógv seinastu árini, og í dag eru tær ein stór hjálp umborð á skipunum.